Umhugsa at hjálpa til at lata Kósavirkið upp

Bæði arbeiðarfeløgini í Klaksvík umhugsa nú um tey skulu seta pening í eitt felag, sum skal virka fyri at lata Kósina upp aftur

Bæði Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag fara nú at taka støðu til um tey skulu seta pening í eitt felag, sum skal hava til endamáls at endurreisa stóra flakavirkið í býnum, Kósina.

Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, verður nú aftur ein roynd gjørd at lata Kósavirkið upp aftur.

Í hesum sambandi hevur Johan Páll Joensen loddað dýpið hjá arbeiðarafeløgunum fyri at vita um tey eru sinnað at seta pening í Kósina fyri at fáa arbeiðið aftur á virkinum.

Og tað fara arbeiðarafeløgini at taka støðu til hesar næstu dagarnar.


Hava møguleikan

Arthur Guðjonsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sigur, at fyrst í nítiárunum setti felagið pening í Kósina fyri at tryggja arbeiðsplássini.

Og skuldi tað verið, hevur felagið møguleika at seta pening í Kósina einaferð afturat.

Men um tað skal gerast, er ein spurningur, sum felagið nú skal taka støðu til og fundur verður um tað ein av døgunum.

Síðani verður fundur aftur við Johan Páll Joensen.

Formaðurin í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ásannar, at tað skal eitt ódnartak til fyri at fáa fáa Kósina upp aftur, men hann sigur, at hann er bjartskygdur

Akkurát hvat hann hevur hetta bjartskygni í, vil hann ikki siga beint nú.

Men hann sigur, at tað hevur stóran týdning fyri Klaksvík og arbeiðsfólkið í býnum, at Kósin er opin.

Einir 40 limir í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag arbeiddu á Kósini, men virkið kastar so nógv annað virksemi av sær, at tað hevur sera stóran týdning fyri allan býin.


Ikki tað stóra

Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at eisini tey fara at hava fund fyri at vita um tað er møguleiki hjá felagnum at seta pening í eitt felag at endurreisa Kósina.

Hon sigur, at Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag setti pening í Kósina fyrst í nítiárunum.

Men hon staðfestir, at skal talan verða um at seta pening í Kósina einferð afturat, verður tað ikki tað stóra, tí felagið hevur ikki so nógv at taka av.

Felagið hevði næstan 100 limir til arbeiðis á Kósini og nógvir av teimum hava gingið arbeiðsleysir í næstan eitt ár nú og at styrkir heldur ikki um fíggjarligu støðuna hjá felagnum.

Eisini Jastrid Niclasen hevur góðar vónir um, at Kósin letur upp aftur, men hon vil ikki siga, hvat tað er sum ger, at hon hevur so góðar vónir.

Les eisini greinina: Gera aftur eina roynd at lata Kósavirkið upp.