Umhugsa at herða verkfallið

Føroya Pedagogfelag umhugsar at taka nøkur av undantøkunum hjá Almannaverkinum aftur

Í gjár var fundur millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um sáttmálasamráðingarnar hjá pedagogunum. Hetta er fyrsti fundur millum partarnar í longri tíð.

 

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, sigur, at fundurin fyrst og fremst snúði seg um samskiftið partanna millum.

 

Hann sigur, at hóast arbeiðsgevararnir siga seg ynskja eina semju, so var einki nýtt sáttmálauppskot at taka støðu til.

- Vit hava gjørt okkara krøv greið - vit ynskja líka løn fyri líka útbúgving, sigur hann og leggur afturat, at eingin nýggjur fundur er settur á skrá.

 

Leiðar, varaleiðarar og deildarleiðarar hava verið í verkfalli síðani 12. desembur og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið setti verkbann í verk 14. desembur.

 

18. desembur fóru pedagogarnir, sum starvast í Almannaverkinum í verkfall, tó at nakrir hava fingið undantøk. Hesi undantøkini ætlar Jógvan Philbrow sær nú at endurskoða.

- Vit hava ein illgruna um, at tey kanska eru í so væl mannaði á onkrum stovnum. Tí fara vit at endurskoða undantøkini, sum vit hava givið Almannaverkinum, sigur Jógvan Philbrow.