Umhugsa at herða blokaduna

- Herða vit blokaduna, verður skjótt ringt at undirvísa, tí allar serstovur verða ónýtiligar, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag

FÓLKASKÚLIN
Fyrradagin lýsti Føroya Lærarafelag í Útvarpi Føroya við, at blokadan, felagið setti í verk móvegis allari uppgávugerð til skrivligu próvtøkurnar hjá 9. og 10. flokki í føroyska fólkaskúlanum í summar, stendur við. Felagið sýtir øllum limum, virkandi lærarum, fráfarnum lærarum og lærarum, sum eru í øðrum starvi, at taka á seg at gera próvtøkuuppgávur fyri Mentamálastýrið.
Samband er millum partarnar. Føroya Lærarafelag hevur verið á fundi við Mentamálastýrið, men sum skilst er einki nýtt komið á borðið.
- Vit sóknast eftir einum dialogi millum Mentamálastýrið, kommunurnar og okkum. Seta vit okkum øll í felag at tosa um viðurskiftini, kundi glið komið á, men eftir øllum at døma er Mentamálastýrið ikki áhugað í tí, hóast so langt er útliðið. Mentamálastýrið sær bara forðingar og gevur seg alla tíðina undir, at tey hava gjørt tað tey kunnu og hava ikki heimild at samráðast við kommunurnar, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.
Landsstýrismaðurin við mentamálum, Óli Holm, váttar, at einki nýtt er í málinum.
- Tað sær striltið út, men vit arbeiða við málinum, og umhugsa at kalla allar partar inn til fund saman.
Føroya Lærarafelag umhugsar í løtuni at herða blokaduna, eitt nú við at sýta lærarum, sum jú røkja søvnini fyri einki, at gera hesa uppgávuna.
- Herða vit blokaduna, verður ringt at undirvísa eftir summarfrítíðina. Tá verða allar serstovur skjótt ónýtiligar, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.

Villleidd
Tað var tíðliga seinasta heyst, at Føroya Lærarafelag lýsti blokadu mótvegis allari uppgávugerð til próvtøkurnar til fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans. Orsøkin er, at Føroya Lærarafelag vil hava viðurskiftini viðvíkjandi savnsrøktini og KT-vørðunum í rætt lag. Mentamálastýrið skal avgreiða hesi viðurskiftini við kommunurnar, men hetta er ikki gjørt, millum annað tí, at stýrið sigur seg ikki hava heimild at samráðast. Hesi viðurskiftini, ið framvegis liggja á láni, eru partur av semjuni, ið varð gjørd eftir drúgva verkfallið á vári 2000, undirskrivað av tveimum landsstýrismonnum.
- Tá ið semja er gjørd og undirskrivað, hava vit havt álit á, at viðurskiftini loksins verða loyst. Alt annað er at villleiða okkum. Vistu vit av, at hetta málið fór at verða so trupult at loysa, høvdu vit brúkt orkuna til onnur mál undir samráðingunum fyri tveimum árum síðani, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
Landsstýrismaðurin við mentamálum hevur áður sagt í blaðnum, at tað kemur ikki upp á tal at fara uttanlands eftir próvtøkuuppgávum til føroysku næmingarnar í 9. og 10. flokki.
- Vit halda vakið eyga við limunum hjá okkum, og vilja tryggja okkum, at eingin føroyskur lærari ger próvtøkuuppgávur. Skuldi onkur gjørt tað, krevja vit, at tað fær avleiðingar fyri viðkomandi, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.
So fastlæst sum støðan sær út til at vera, eru útlitini til, at næmingarnir í 9. og 10. flokki sleppa til skrivliga roynd, ógvuliga vánalig.