Umhugsa at gera grøna orku til sethús bíligari

Oljuavgjaldið verður ikki avtikið fyri at bøta um oljuútreiðslurnar hjá sethúsaeigarum, men hinvegin hevur verið upp á tal at gera hitapumpur og aðra alternativa orku bíligari

Hóast oljan nú er so dýr, at byrðan er ikki til at bera hjá sethúsaeigarum, hevur samgongan ongar ætlanir um at lækka oljuavgjaldið fyri at lætta um.

Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Hann staðfestir, at oljuavgjaldið í veruleikanum er at rokna sum eitt CO2 avgjald og hann heldur ikki, at tað er rætt at avtaka gjaldið fyri at økja um oljunýtsluna og sostatt eisini CO2 útlátið.

- Av umhvørvisligum áðum er tað sostatt skeivt at avtaka oljuavgjaldið fyri at økja um oljunýtsluna, tí vit hava longu frammanundan eitt alt ov stórt CO2 útlát.

Hinvegin sigur, løgmaður, at samgongan hevur umrøtt spurningin um at lækka avgjøldini á hitapumpum og øðrum grønum orkukeldum til sethús.

Jóannes Eidesgaard sigur, at endalig avgerð er ikki tikin um tað enn, men tað er ein spurningur, sum verður umrøddur í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár.

- Umhvørvisliga er tað tann betra loysnin, sigur løgmaður.