Umhugsa at broyta tilmælið um rúsdrekka

Tilmæli um, hvussu nógv, fólk í mesta lagi kunnu drekka fyri at sleppa undan heilsuskaðum, verður kanska broytt

Vit umhugsa nú at broyta tilmæli um, hvussu nógv vit í mesta lagi kunnu drekka fyri ikki at fáa heilsuskaðar, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum. Tað sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

 

Higartil hava tilmælini verið, at mannfólk eiga ikki at drekka meiri enn 14 alkoeindir um vikuna, og kvinnur eiga ikki at drekka meiri enn sjey alkoeindir um vikuna, tí annars er vandi á ferð fyri heilsuni.

 

Fólkaheilsuráðið sigur, at ein alkoeind er umleið tað, sum er í einari pilsnarøl, einum glasi av víni, ella í einum størri snapsi upp á tríggjar ella fýra sentilitrar. Ein fløska av víni svarar til einar seks alkoeindir, sigur Fólkaheilsuráðið.

 

Men Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sigur við Sosialin, at niðurstøðan í eini umfatandi, altjóða kanning, sum varð almannakunngjørd fyrr í ár, er, at hetta er helst ov høgt sett, og at markið eigur at verða lækkað.

 

– Tað vísir seg, at eisini minni nøgdir av rúsdrekka kunnu elva til øktan vanda fyri ymisk sløg av krabbameini, hjartasjúkum og æðrasjúkum, sigur Magni Mohr.

 

Og hann sigur, at tað er ein spurningur, Fólkaheilsuráðið nú hevur tikið upp, og hann væntar, at tey koma til eina niðurstøðu seinni í ár.

 

Hvat tað nýggja tilmælið verður, kann hann ikki siga nakað um. Men hann sigur, at eitt av úrslitunum kann verða, at at munurin ímillum, hvussu nógv tað er ráðiligt hjá monnum at drekka, og hjá kvinnum, verður útjavnaður, tí tað er ikki vist, at tað er so stórut munur á, hvat kynini tola av alkoholi.