Umhugsa at broyta gjaldið fyri undirsjóvartunlar

Henrik Old heldur, at vit eiga at fáa eina skipan við ferðaseðlum, sum eru galdandi í ein heilan dag

 Tað ongar ítøkiligar ætlanir um at leggja verandi og komandi undirsjóvartunlar saman í eitt felag. Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, fyri Sjálvstýri reisti spurningin í Løgtinginum í morgun, har hann vildi hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur í sambandi við undirsjóvartunlarnar.

 

Í hesum sambandi vildi sjálvstýrismaðurin hava at vita um nøkur ætlan er um at leggja núverandi og komandi tunlar í eitt alment partafelag, við einari samskipaðari og samhaldsfastari gjaldskipan.

 

Hann vísir á, at royndir úr verandi undirsjóvartunlum vísa, at nógv fleiri bilar koyra so hvørt tunnilsgjaldið lækkar. 

 

Men hann vísir á, at tunnilsgjaldið er bara galdandi annan vegin og tí má ferðaseðlaskipanin samskipast, tí annars ber til at koyra tann vegin í Eysturoyartunlinum, sum er ókeypis, men tann vegin, sum gjaldast skal fyri, verður farið eftir fjøllunum.


 

Henrik Old sigur, at sjálvur heldur hann, at tað besta hevði verið at lagt allar tunlarnar í eitt felag, men tað má gerast við lóg og hann veit ikki um tað ber til.

 

Hann sigur, at í løtuni verður spurningurin kannaður um tað ber til at gera eina nýggja innkrevjingarskipan, sum umfatar allar undirsjóvartunlarnar. Sum frá líður kann parkeringin á flogvøllinum, og gjaldið fyri at flyta bilar við Strandferðsluni, takast upp í.

 

Og Henrik Old heldur, at besta loysnin er at finna eina skipan, har ein rindar eitt gjald fyri dagin, sama hvar koyrt verður. Endamálið við tí er, at ongin skal rinda fleiri ferðaseðil sama dag, sama hvørjar tunlar, koyrt verður ígjøgnum, ella hvørjum strandfaraskipi, siglt verður við.