Sløkkiliðið í Suður-Rogalandi í Noreg umhugsar nú at seta forboð fyri at skjóta fýrverk nýggjársaftan, tí veðurvánirnar á leiðini eru so ringar. - Vit umhugsa at seta totalt forboð fyri at skjóta fýrverk. Um soleiðis verður, er hetta fyrstu tey 36 árini, eg havi arbeitt hjá sløkkiliðnum, at slík stig verða tikin.
Tað sigur Arild Olsen, sum hevur ábyrgdina av fýrverki á sløkkiliðnum í Suður-Rogalandi, við NRK.
Sløkkiliðini í Stavanger og í Sandnes hava eisini umrøtt støðuna, nú hann sigur frá nógvum vindi um midnáttarleitið í annaðkvøld.
- Hvussu verður og ikki, verður støða tikin til antin í dag ella í morgin. Eitt møguligt forboð verður bæði galdandi fyri privat-og felagstiltøk við fýrverki, sigur Arild Olsen, sløkkiliðsmaður.
Tað er eldsvandin, ið fær sløkkilið í Noreg at umhugsa bann fyri at skjóta fýrverk nýggjársaftan.