Bretska Sky News vil vera við, at vesturlendskar fregnartænastur hava avdúkað ein yvirgangsfelagsskap, sum hevði lagt ætlanir um at søkja at London og øðrum evropeiskum stórbýum.
Sagt verður, at talan um ein felagsskap, sum hevur miðstøð í Pakistan, og sum hevði lagt ætlanir um at søkja at London og fleiri stórum býum í Fraklandi og Týsklandi. Sum skilst var felagsskapurin komin rættiliga langt við ætlanum sínum.
Bretsku myndugleikarnir vija ikki gera viðmerkingar til tíðindini, men sambært Sky News var tað samstarv millum myndugleikarnar í Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi og USA, sum gjørdi, at ætlaninar hjá yvirgangsfelagsskapinum blivu avdúkaðar.