Uppsjóvarvirkið á Tvøroyri hevur í kvøld fingið loyvi frá Tvøroyrar Býráð at fara undir at byggja virkið út.
Samstundis hevur Tvøroyrar Býráð samtykt at fara undir umfatandi útbyggingar á havnarlagnum fyri at gera tað arbeiðsligt hjá virkinum.
Í Fyrsta lagi skal frystigoymslan byggjast út, tí hon er ov lítil. Í øðrum lagi skal bátahylurin partvís fyllast út, so at arbeiðspláss verður frammanfyri goymsluna og í triðja lagi skal djúphavn gerast upp á minst 100 metrar, har dýpið skal vera minst 10 metrar.
Hetta er fyri, at stór farmaskip skulu kunna leggja at.
Men ætlanin er eisini, at gera nýggju havnina so mikið sterka, at hon kann taka allan vøruflutning til og av Tvøroyri, eisini stórar bingjur á tungum trukkum.
Málini hava verið til viðgerðar í bæði teknisku nevnd og í vinnu- og havnanevndini har tær báðar nevndirnar mæltu einmælt býráðnum til at taka undir við málunum.
Somuleiðis varð upplýst á býráðsfundinum, at grannarnir hjá Virkinum vóru kunnaðir og hoyrdir.
Og tað var eisini ein samt býráð, sum tók undir við málinum, tó var Jaspur Vang burturstaddur.
At málið hevur áhugað á Tvøroyro sæst av at eini 30 áhoyrarar vóru og sostatt var býráðssalurin stúgvandi fullur av fólki, út í gangin.
Annars er tað sum at síggja lunda jólanátt at nakar áhoyrari er á býráðsfundi á Tvøroyri.
Tekningin vísur, hvussu økið fer at síggja út eftir útbyggingina.
Á eini mynd eru teir seks býráðslimirnir, sum vóru á fundi í kvøld, f.v. Hallur í Heiåunum, Bergur Bærendsen, Jens Johannesen, Pauli Einarsson, Malla Dam og Kristin Michelsen, borgarstjóri. Øll stilla upp aftur uttan Bergur Bærendsen.
Hinar báðar myndirnar eru av áhoyrarum.