Heilsuhjálparafelag Føroya skipar í døgunum 26., 27. og 28. september fyri skeiði um parkinson-sjúku. Pláss er fyri 25 skeiðsluttakarum, og so mikið stórur áhugi er fyri tiltakinum, er skeiðið er fullteknað.
Skeiðið, sum verður á Boðanesheiminum í Havn, verður nevndu dagar frá klokkan 9 til 15. Evnini verða, 1) Hvat er parkinsons-sjúka, og hvussu tekur sjúkan seg upp? 2) Rørslulig sjúkueyðkenni - ikki rørslulig sjúkueyðkenni og 3) Viðgerð - heilivágur, fysioterapi og egin venjing.
Onnur evni, sum verða tikin fram á skeiðnum, eru hvørji ynski fólk við parkinson-sjúku hava, og kunnað verður um evropeiskar leiðreglur, eins og tosað verður um fyribyrging av falli. Tosað verður eisini um, hvussu fólk við parkinson-sjúku kunnu hava eitt gott lív, eisini kensluliga, og røtt verður um mindfulness og positivan lívihátt, um svøvn, mat, vætu, tøku av heilivági og ymiskt annað.
Á skeiðsdøgunum, har farið verður ígjøgnum ein hóp av ymiskum viðurskiftum, sum hava við parkinson-sjúku at gera, verður eisini ásannað, at parkinson-sjúka rakar alla familjuna. Í stuttum kann sigast, at arbeitt verður við ástøði, verkstovum og bólkaarbeiði. Skeiðshaldari verður Finn Egeberg Nielsen, og hann er ráðgevi í fysioterapi í danska felagnum, Parkinsonforeningen.
Orsøkin til, at tað er Heilsuhjálparafelag Føroya, sum skipar fyri skeiðnum, er, at tað eru limir felagsins, sum í størstan mun eru rundan um gomul, veik og sjúk fólk.
- Men, tað vísir seg ferð eftir ferð, at júst okkara fakbólkur ikki sleppur til nógv av teimum skeiðum, ið arbeiðsgevarin skipar fyri, meðan aðrir fakbólkar á eldraøkinum verða førleikamentir.
Í Heilsuhjálparafelag Føroya siga tey, at tað er hesa keðiligu gongd og eftir teirra tykki skeiva hugburð, tey vilja gera nakað við. Tí bjóðar felagið eisini javnan skeið út til sínar limir, so hesir hava møguleika at førleikamennast.
- Allir fakbólkar, ið starvast lið um lið á eldraøkinum, skulu virðast á sama hátt, tí teir allir eru líka týdnigarmiklir. Vit rinda fyri skeiðið og fegnast um, at arbeiðsgevarin hevur givið sítt íkast við at geva starvsfólkunum tænastufrí við løn og hevur goldið eina upphædd fyri matin.
Endamálið er, at hetta tiltak skal lyfta fakbólkin, sum limirnir í Heilsuhjálparafelag Føroya eru, enn eitt stig fram á leið.