Klaksvík: Skaðarnir av áarførinum og skriðulopunum í Klaksvík mánadagin eru so umfatandi, at tað fer at kosta fleiri milliónir krónur at gera vegir, gongubreytir og annað aftur.
Fyrrapartin í gjár hittust ábyrgdarfólk hjá Klaksvíkar kommunu og sløkkiliðnum fyri at gera eina fyribils meting av skæðunum, sum hendu mánadagin. Eisini var uppruddingararbeiðið lagt til rættis.
Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, metir, at umvælingarnar fara at kosta fleiri milliónir krónur, og at tað fer at taka drúgva tíð at fáa alt í rættlag aftur.
Sløkkiliðið hjálpa til
Nógvir vegir hava fingið skaða, gongubreytir somuleiðis, og á Helnabrekku er mest sum allur vegurin farin. Úti í Grøv er nógva av arbeiðnum, sum er gjørt fyri at fríðka um økið, farið fyri skjeyti.
Ætlanin er nú, at tekniska nevnd hjá Klaksvíkar býráði skal gera eina meira neyva meting av, hvussu nógv uppruddingar- og umvælingararbeiðið fer at kosta. Men fólk hjá kommununi eru farin í holt við mest átrokandi uppgávurnar eftir mánadagin, og seinnapartin í gjár skuli sløkkiliðið í Klaksvík eisini fara upp í uppruddingarbeiðið.