Umfatandi paragraff 13 kanningar

Løgreglan er farin at gera umfatandi paragraff kanningar, og verður hetta gjørt í samráð við Ráðið fyri Ferðslutrygd

Paragraff 13

Nú er løgreglan farin undir at gera umfatandi paragraff 13 kanningar. Fólk er serliga sett av til hetta arbeiðið, sum verður gjørt saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Um vikuskiftið eru nógv fólk tikin. Flestu lógarbrotini eru, at fólk koyra uttan at hava koyrikortið við sær og lyktafeilir. Annars verða fólk tikin fyri at sita uttan trygdarsela, píkar, at tosa í fartelefon og annað.
Eisini í Eysturoynni hava verið paragraff 13 kanningar verið gjørdar. Fríggjadagin vórðu 37 bilar steðgaðir, harav 8 frágreiðingar eru skrivaðar, harav eru tríggir tiknir fyri ferð. Leygardagin vórðu kanningar gjørdar í Gøtu, Leirvík og Fuglafirði. Har vóru 25 bilar steðgaðir, og ein frágreiðing skrivað. Har hevði førarin onki koyrikort ? altso ongantíð tikið koyrikortið.