- Eg eri púra ovfarin av undirtøkuni í morgin, tá bæði fólk og bátar hava boðað frá luttøku í leitingararbeiðinum, sigur stigtakarin, Jón Nolsøe Olsen.
Tað var ein áheitan á Facebook-profilinum hjá Jón Nolsøe Olsen, ið var byrjanin til tað stórslidna leitingararbeiðið, sum í morgin verður sett í verk.
Hoyrið samrøðuna við Jón Nolsøe Olsen, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2, við at trýsta á knøttin undir myndini.