Mikunáttina setti Grønlands Politi eina leiting í verk eftir tveimum monnum - 37 og 18 ára gamlir. Teir vóru farnir úr Aasiaat móti bygdini Niaqornaarsuk mánadagin í einari opnari jollu.
- Fyrrapartin í dag vórðu menninir funnir í øllum góðum við oynna, Akulliit. Jollan var sokkin, men tað var eydnast teimum at sleppa í land. Her vórðu teir funnir av einum lokalum báti, sum luttók í leitingini.
Menninir høvdu fingið fatur i onkrum í familjuni við sínari fartelefon, har teir søgdu, at teir høvdu trupulleikar við motorinum á bátinum. og tískil vóru teir farnir upp á land á einari ókendari oyggj.
Tað hevði tó ikki eydnast monnunum at siga, hvør knattastøðan var, har teir vóru staddir, og eftir øllum at døma mistu teir eisini streymin á telefonin, soleiðis at teir ikki fingu givið neyvari boð frá sær.
Grønlands Politi setti tískil stóra leiting í verk, bæði við løgreglubáti, verjuskipi og tyrlu. Haraftrat heitti løgreglan á fólk, sum sigldu um hesar leiðir, um at hava eyduni eftir monnunum.
Í jolluni høvdu menninir hvørki neyðrakettir, neyðbluss, satelittelefon ella WHF-radio. Tá teir so eisini høvdu mist streymin á fartelefonini, var eingin møguleiki hjá teimum at siga frá, hvar teir vóru.
Løgregluovastin, Brian Thomsen, ásannar, at støðan saktans kundi endað við einari vanlukku, tí møguleikarnir at yvirliva á einari ókendari oyggj hesa ársins tíð eru smáir.
Men, so illa gekk tað tíbetur ikki, og menninir vórðu funnir aftur í øllum góðum.
- Vit takka øllum, sum vóru við í leitingini - ikki minst teimum sjálvbodnu, sum fóru at leita og at enda funnu menninar, sigur Brian Thomsen hjá Grønlands Politi, við Sermitsiaq.