Umfatandi leiting endaði leygardagin

Klokkan 13.44 flotnaði líkið av saknaða Rana í Billustovu upp beint við bátin, ið kavararnir nýttu, og harvið hevði stórslidna leitingin givið úrslit.

Tað var beint fyri klokkan tíggju leygarmorgunin, 28. desember, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur var farin útav í Rættargjógv í Oyndarfirði.
Farið var at leita og tað var skjótt, at bilurin varð funnin í gjónni og líkið av einum manni varð eisini funnið á sjónum.
- Bjargingarfólkini eru givin at leita, nú tað er blivið myrkt, men so verður hon tikin upp aftur í morgin, segði løgreglan tann dagin.
Tað er óvist, nær bilurin fór útav og løgreglan veit heldur einki um orsøkina til vanlukkuna.
Leitað var síðani dagarnar eftir, har løgreglan og brandliðið á Skálafjørðinum skipaðu leitingina, men uttan úrslit.
Fyrstu dagarnar var leitað rættiliga intenst við 15-20 kavarum, sum fyri tað nógva hildu seg til djúpu gjónna, men sýnið var rættiliga vánaligt.
Jón Nolsøe Olsen gjørdi so eina roynd at savna fólk umvegis Facebook, og tað endaði við, at heili 400 fólk og 100 bátar tóku lut í leitingini leygardagin.
Illgruni var alla tíðina um, at saknaði maðurin lá inni í gjónni, sum er einar 65 metrar djúp, og klokkan 13.44 flotnaði so líkið upp.

Gav úrslit
Líkið varð bjargað og flutt umborð á Brimil og síðani ført til Havnar.
Tað hevur annars verið ein stór og umfatandi leiting gjørd í allan dag, har umleið 400 sjálvboðin fólk og umleið 70 bátar hava luttikið. Leitað hevur verið sera víða bæði á landi og sjógvi.
Brimil, Tjaldrið og Hvidbjørnen samskipaðu leitingina á sjónum við hjálp frá eitt nú bjargningarbátunum Lív, Ziska og Sverri. Eisini hevur tyrlan luttikið í leitingini.
Løgreglan sigur, at tey avvarðandi eru sera takksom fyri alla hjálp og stuðul, tey hava fingið og vilja takka øllum, ið hava luttikið í leitingini.
Jón Nolsøe Olsen segði soleiðis á Facebook: Eg vil við hesum takka ØLLUM fyri tann megnar innsats, sum tit hava gjørt í sambandi við leitingina. Føroyingar eru eitt fantastiskt fólk. Í dag hava omanfyri 100 bátar og umleið 400 fólk luttikið. Haraftrat skal eisini nevnast, at heilt nógv hava latið mat, gjørt mat, verið um og hjálpt til upp á ymiskan máta. Eina hjartans tøkk senda vit tykkum. Okkara tankar leita til tey, ið hava mist.

Eyðmerktur í morgun
Sum nevnt var alla tíðina illgruni um, at 20 ára gamli maðurin var inni í gjónni.
- Trupulleikin var alla tíðina, at tað suðaði so ótrúliga nógv inni í gjónni, so froskmnenninir vórðu slongdir aftur og fram, so líkindini vóru ring at gera nakað, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.
Tað var tí eitt ynski um at kanna gjónna nærri, ið fekk froskmenninar at leita har leygardagin.
- Teir vóru júst í ferð við at fara inn aftur aðru ferð at leita, og bíðaðu eftir betri líkindum, tá líkið av Rana í Billustovu flotnaði beint við bátin, sigur Jón Klein Olsen.
Tað er so, at gjógvin ikki er undir í sjógvi.
- Fyri nøkrum árm síðani vóru tveir lokalir inni í botninum av gjónni í kajak, so gjógvin stendur ikki undir í sjógvi, sigur Jón Klein Olsen.
Hann sigur annars, at endalig eyðmerking er framd á Landssjúkrahúsinum í morgun.
- Har var endaliga staðfest, at talan er um saknaða Rana í Billustovu, sigur Jón Klein Olsen.
Hann sigur annars, at talan var um størsta einstaka leitingararbeiðið, hann veit um.
- 100 bátar og 400 fólk vóru við í leitingini, og tað er meira enn eg veit um, sigur Jón Klein Olsen.