Umfatandi herverk á Ítróttarhúsið í Norðagøtu

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at umfatandi herverk var framt á Ítróttarhúsið í Norðagøtu.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at løgreglan fekk fráboðanina um hálvgum sjey tíðina í gjár, og at nógvir rútar í Ítróttarhúsunum vóru brotnir.

Vakthavandi visti ikki at siga, hvussu rútarnir vóru brotnir, men løgreglan kannar málið.

Umframt herverkið var eisini rættiliga fitt av vindskaðum kring landið í ódnarveðrinum í gjár, og bæði løgregla og sløkkilið hava havt úr at gera bæði gjárkvøldið og í nátt.