Umfatandi herverk í Ósaskúlanum

Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið hava fólk verið inni í Ósaskúlanum og tømt pulvursløkkjarar. Mánamorgunin var skúlin stongdur vegna upprudding

Ikki einaferð men heilar tvær ferðir hetta vikuskiftið hava fólk framt umfatandi herverk í Ósaskúlanum í Klaksvík. Skaðarnir fara helst at kosta meira enn 100.000 krónur.
Fríggjakvøldið hendi tað fyrru ferð. Ein maður kemur inn í skúlan um seks tíðina og tømir ein pulvursløkkjara í samkomuhøllini. Fólk var til staðar og boðaðu løgregluni frá. Maðurin, sum var ávirkaður av alkoholi, meldaði seg sjálvan til løgregluna ein tíma seinni.
Konsert við kórtónleiki skuldi vera í Ósaskúlanum hetta kvøldið, men hon varð síðani flutt í býráðshúsið.
Leygardagin fóru fólk at rudda og vaska, og sýnsmaðurin metti hendan fyrra skaðan til 30-50.000 krónur.

Umaftur
Uppruddingararbeiðið var liðugt leygarkvøldið, men sunnumorgunin varnaðust fólk, at rúturin í úthurðini var brotin, og tað vísti seg aftur nú, at onkur hevði verið inni og tømt tríggjar eldsløkkjarar. Tað var ikki ein tespilig sjón.
Pulvurið frá eldsløkkjarunum fer ímillum allastaðni, og tað er torført at rudda uppaftur.
Seinnuferð var herverkið meira umfatandi. Gerningsmaðurin hevur verið inni í fleiri stovum og sprænt við pulvuri. Tveir eldsløkkjarar á sjey kilo eru tømdir í skúlanum. Síðani er viðkomandi farin inn í sethúsini beint norðanfyri skúlan, har 10. flokkur heldur til, og tømt enn ein eldsløkkjara.

Á berum
Løgreglan í Klaksvík sigur, at hon stendur so at siga á berum í hesum málinum. Tað einasta hon veit er, at herverkið er framt, eftir at fólk eru liðug at vaska leygarkvøldið, tí eingin varnaðist tað fyrr enn sunnumorgun.
Løgreglan heitir tí á fólk, sum møguliga hava sæð okkurt illgrunavert um hesar leiðir leygarkvøldið ella sunnunáttina, um at venda sær til støðina.
Mánamorgunin fóru fólk aftur at rudda upp eftir herverkið, og skúlin var stongdur.
Símin Petur Hjelm, skúlastjóri í Ósaskúlanum, er sjálvandi ógvuliga harmur um hendingarnar og sigur, at skúlin møguliga ikki letur uppaftur fyrr enn mikudagin.