Vit hava spor at ganga eftir, men enn eru vit ikki komin á mál. Tað sigur løgreglan eftir at umfatandi herverk vórðu gjørd í Gøtu og í Klaksvík um ársskiftið.
Í báðum førum varð eitt stórt tal av rútum brotið, umframt at talan var um annað herverk.
Fyrra herverkið var í Klaksvík ímillum jól og nýggjár, tá ið eitt stórt tal av rútum á bilum og gravimaskinum hjá Klaksvíkar býráð, og øðrum, vórðu brotnir. Bilar og maskinur stóðu á einum plássi á Bumshamri, og har um vegir, har tað ikki er so nógv ferðsla.
Í tí seinna førinum vóru fleiri stórir rútar brotnir í felagshúsinum við fótbóltsvøllin í Gøtu. Harumframt vóru tveir skúmsløkkjarar tømdir út eftir gólvinum.
Reglan sigur, at tey hava avhoyrt nógv fólk, men enn eru tey ikki komin á mál við arbeiðnum.
Hinvegin hava tey tryggjað sær nøkur, sum tey arbeiða víðari við. Talan er bæði um teknisk spor og ymiskt, sum er komið fram undir avhoyringum.
Tað varð nevnt, at herverkið í Klaksvík var kanska gjørt við luftbyrsu, men tað heldir løgreglan kortini ikki. Tey siga, at tað hava tey eingi tekin funnið um á herverksstaðnum, so fyribils er metingin tann, at rútarnir eru brotin við einum hamar, steinum, ella onkrum øðrum.











