UMBYGGING
Teimum flestu kunnugt, so hendir rættiliga nógv í SMS í hesum døgum. Handlar og annað eru ikki har, tey plagdu at vera. Partar av parkeringsøkinum minnir eisini mest um byggipláss, og har er nógv at gera.
Talan er um fyrsta byggistig av tveimum, sum er sett ígongd. Miðjað verður ímóti, at fyrsta byggistigið skal vera liðugt síðst í september mánað. Tvey ár fara væntandi at ganga, áðrenn næsta byggistig verður sett í verk.
?SMS er faktiskt niðurslitið og óhóskandi til nútíðarkrøv, sigur Hans Mortensen, stjóri fyri SMS, um orsøkirnar til, at teir eru farnir undir hesar nógvu og stóru umbyggingarnar.
Tað, sum mest hevur verið at hoyrt um í sambandi við umbyggingarnar, hava verið nýggju matstovurnar, Burger King og Sunset Boulevard. Hesar eru báðar franchise matstovuketur, sum eru at finna kring allan knøttin. Hesir hava vakt ans millum manna í Føroyum, og tær fara saman við Perluni at mynda eitt 750 m2 stórt matstað, har sitipláss eru til 280 fólk. Ikki nokk við tí, men tann einstaki bilførarin fær eisini møguleikan at keypa burgarar og annað í drive-in partinum av Burger King. Hetta er ikki so vanligt í Føroyum, men kortini nógv at síggja uttanlands.
Teir nógvu fermetrarnir merkja so eisini, at klædnahandilin Hanus og Janus takkar fyri seg og fer í søguna, tí pláss verður ikki fyri honum.
Harafturímóti fær Skálkur, sum liggur beint omanfyri Hanus og Janus, meira pláss. Skálkur fer eisini at víðka um sítt úrval, soleiðis at hann eisini kemur at umfata tann eitt sindur eldra málbólkin hjá Hanusi og Janusi.
Eisini posthúsið fær nýggj hølið, sum teir longu eru byrjaðir at gera sær dælt av. Har posthúsið hevur verið, verður eitt nýtt og modernað vesi við øllum hentleikum, skulu vit heilsa og siga.
Sum heild merkir hetta fyrsta byggistigið hjá skjótt 25 ára gomlu Sølumiðstøðini, at bøtt verður munandi um. Bygt verður vestureftir og bøtt verður eisini um nakrar av lonunum.
Onkur nýggjur handil er eisini á veg, men nøvnini á teimum eru enn læst fyri almenninginumn. Tað sama er galdandi fyri kostnaðinum av umbyggingunum.
?Vit eru eisini í holt við at endurnýggja konseptið fyri SMS, og tað fara vit eisini at hyggja nærria eftir í nærmastu framtíð, sigur Hans Mortensen.
Nógva umbyggingin fer kortini ikki at ávirka parkeringsviðurskiftini, sigur Hans.