Umfatandi broytingar á Postverkinum

Eini sjeyti størv skulu niðurleggjast í Postverkinum komandi árini, harav tað mesta er natúrlig frágongd. Harumframt skulu lønarútreiðslurnar minka við eini 25 mió. kr. Postverk Føroya hevur tvey tey seinastu árini havt hall á rakstrinum, og heldur verandi gongd fram er eginpeningurin burtur um trý ár. Hallið í fjør var á leið 2,2 milliónir krónur. Leiðslan í Postverkinum hevur tí gjørt eina trý ára ætlan, sum skal bjarga felagnum.

Brævaflutningurin hevur verið í stórari minking seinastu árini, og av tí at hetta hevur verið berandi virksemið í Postverki Føroya, er neyðugt við tillagingum.

Leiðslan í P/F Postverk Føroya kallaði seinnapartin inn til tíðindafund, har hon legði broytingarætlaninar fram.

Krøvini hjá leiðsluni eru, at raksturin skal geva yvirskot innanfyri trý ár. Ein av hættunum at røkka hesum máli er, at fleksibiliteturin skal økjast, soleiðis at starvsfólk røkja meira enn eina uppgávu.

Leiðslan metir, at tað er neyðugt at ganga nýggjar leiðir fyri at røkka teimum málum, hon hevur sett sær. Fyrsta stigið er at umskipa postflutningin, soleiðis at privatu kundarnir fáa postin aftaná arbeiðstíð, meðan vinnukundarnir verða røktir í arbeiðstíð. Hendan effektivisering fer at merkja ein betraðan rakstur uppá 8 milliónir krónur eftir trý ár.

Harumframt er ein samstarvsavtala gjørd við Føroya Shell um at seta posttøkur upp á bensinstøðum kring landið. Posttøkur eru diskar, har tað er møguligt at avgreiða øll tey vanligastu ørindini á posthúsinum frá klokkan sjey á morgni til klokkan ellivu á kvøldi. Tann fyrsta posttøkan verður sett upp á Shellstøðini í Gøtudali í oktober. Síðani verða fleiri posttøkur setta upp í 2009.