Umfatandi broytingar í manningini hjá Fólkaflokkinum

Fólkaflólkurin boðar til tíðindafund klokkan 10, har flokkurin fer at boða frá umfatandi broytingum í floksins umboðan í landsstýrinum og í løgtinginum. Sum skilst leggur Jørgen Niclasen frá sær sum landsstýrismaður. Men hvørjar broyrtingar eru, sigur flokkurin einki um. Men alt bendir á, at tað verða fleiri fólk, sum skulu skiftast út.

Floksformaðurin sjálvur situr í landsstýrinum saman við Jacob Vestergaard og Anniku Olsen. Tað er neyvan hugsandi, at flokkurin koyrir Anniku Olsen úr landsstýrinum. Grannskoðaramálið ávirkar Jacob Vestergaard nakað, men tað tyngir meira Bjarna Djurholm, sum hevur sæti sum varamaður á tingi. Tí er valla hugsandi, at Jacob Vestergaard fer frá. Eftir er so Jørgen Niclasen. Tað kann hugsast, at hann fer aftur í tingbólkin at mynda politikkin hjá flokkinum. Spurningurin er so, hvør skal taka við sum uttanríkisráðharri, ella um annað av hinum umboðunum hjá flokkinum tekur yvir málsøkið.

»Umfatandi broytingar« bendir á, at fleiri enn ein persónur verða skiftir út. Øll umboðini hjá flokkinum í landsstýrinum eru vald í løgtingið, so fer onkur teirra frá, tekur viðkomandi sæti á tingi. Tí verða fleiri persónar ávirkaðir, um eitt av landsstýrisfólkunum hjá flokkinum fer úr landsstýrinum.

Óli Breckmann er síðsti varamaður hjá flokkinum á tingi, so um eitt av landsstýrisfólkunum tekur sæti á tingi, so rýkur Óli Breckmann úr løgtinginum.