TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við liðskiparan hjá EB/Streymi, Rógva Egilstoft Nielsen aftaná EB/Streymur hevði vunnið 2-1 á HB á heimavølli við Margáir í Streymnesi fyrr í dag.
Liðskiparin hjá EB/Streymi fegnast um, at umfarið lagaði seg væl. 07 Vestur tapti, og við sigrinum er EB/Streymur seks stig røttumegin niðurflytingarstrikuna.
Rógvi Egilstoft Nielsen fegnast eisini um, at gamli málrevurin, Arnbjørn Hansen kom á máltalvuni, og hann vónar, at maðurin, sum hann metir verða besta áleypara í Føroyum verður nógv at síggja á liðnum komandi dystirnar.