Umfíggingin gongur væl

Tað gongur fínt at endurfíggja skuldina, sum fellur til gjaldingar í ár. Tað sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum At ein granskoðari í roknskapinum ger eina viðmeking til skuld, sum skal umfíggjast í nærmastu framtíð, er ikki óvanligt, og arbeiðið við at endurfíggja, byrjaði longu í september í fjør, sigur stjórin.

Orsøkin til, at umfíggingin av teimum 140 milliónum krónunum, sum fella til gjaldingar síðst í juli í ár, ikki er fingin upp a pláss enn, er tí at felagið vil hava framleiðslu frá tveimum feltum fyrst.

-Vit byrjaðu framleiðslu frá øðrum feltinum í september, meðan framleiðslan frá næsta feltinum ikki byrjar fyrr enn nú, og við tveimum framleiðandi feltum, er møguleikin fyri einari góðari lánsavtalu nógv betri, sigur Wilhelm Petersen.

Hann leggur afturat, at tað er vanlig mannagongd at umfíggja stuttfreistaða skuld til langfreistaða, so hvørt sum gongd kemur á framleiðsluna hja einum oljufelag, og at fáa umlagt 410 milliónir krónur í ár, verður eingin trupulleiki, sigur hann.