Umdysturin broytti einki

Kvinnurna hjá VÍF eru flúgvandi. Sunnudagin spældu tær umdystin móti VB, sum varð sent heim við stórtapi

Tað var ein røð av mistøkum við dómaraborðið, sum bar við sær, at VB kærdi – og fekk viðhald – tá tær fyrr í heyst vitjaðu í Vestmanna.
Tí mátti nýggjur dystur ásetast, og tann dystin nýtti VÍF til at prógva, at tær í løt­uni veruliga hava viðrák.
VB, sum er í bólkinum, sum eltir eitt finalupláss, fekk nevnliga ikki eitt bein til jørðina, tá tær vitjaðu. VÍF leyp avstað alt fyri eitt, og tað var skjótt, at tær vunnu sær eina hampuliag leiðslu. Fyrstu ferð megnaði VB at svara aftur, og tær minkaðu munin niður í eitt mál. Men hetta var bert ein lítil fløvi. VÍF setti aftur tummil­skrúv­urnar á, og so kom VB ikki í nær námind nøkrum stigum aftur.
Sum VÍF hevur spælt seinastu vikurnar, so er trupult at síggja, um nakar megnar at leggja teim­um fótonglar fyri á finalu­veg­num. Eitt er, at munurin nið­ur til triða plássið nú er fimm stig. Annað er, at VÍF hesar seinastu vikurnar hevur sett bæði Neistan og VB so dyggiliga upp á pláss.
VB hevur í sín lut fram­vegis møguleika at røkka finaluni. Saman við havnar­feløgunum báðum stríðast kvinn­urnar úr Vági um pláss­ið aftan fyri VÍF. Men teir báðir komandi dystirnir hava alstóran týdning í so máta. Fyrst vitjar VÍF í Vági, og vikuna aftaná skal VB á vitjan hjá Kyndli.
- - -

VÍF - VB 33-22 (14-10)

Liljan Djurhuus 10(1), Tóra Seloy 7, Agnas Olsen 7,
Durita Christophersen 6, Durita Ljósstein 2, Eilin Hansen 1
VB: Gintare Butkeviciute 7(1), Helga Kjærbo 6(2), Rannvá Johannesen 3,
Rúna Jacobsen 2, Ingrida Kuodyte 2, Laila Jespersen 2
Brotskøst: VÍF 1/1, VB 3/3
Útvísingar: VÍF 2, VB 3
Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt)