Aganevndin er komin við úrskurinum í kæruni hjá VB um dystin móti VÍF í bestukvinnudeildini í hondbólti. Nevndin er komin til tað niðurstøðu, at nýggjur fystur skal spælast, tí fleiri fleilir vóru gjørdir í samband við dómaraseðilin.
Les allan úrskurin við at trýsta HER
Í úrskurðinum stendur soleiðis at lesa:
1. At dómaraborðið, sum VÍF hevur sett, ikki kannar dómaraseðilin og útskiftingarumráðið.
2. At dómaraborðið gevur VB loyvi at skriva Leilu Jespersen á dómaraseðilin, hóast hetta ikki er loyvt sambært reglugerðini.
3. At Laila Jespersen verður sektað við tveimum minuttum fyri ikki at standa á dómaraseðlinum.
4. At Gurið Mortensen, leikandi venjari hjá VB, verður strikað av dómaraseðlinum í samband við, at Laila Jesepersen verður skrivað á hann, og ikki fær loyvi frá dómaraborðinum at koma aftur á dómaraseðilin, tí at dómaraborðið boðar frá, at tað er ov seint, men er í staðin á útskiftingarbonkinum hjá VB allan dystin.
5. At VÍF sum er fyriskipari av dystinum, hevur nýtt ein gamlan dómaraseðil, har pláss bert er fyri fjúrtan leikarum. VB kærir harumframt, at dómaraborðið ongantíð undir dystinum ger vart við, at skeivur dómaraseðil til fjúrtan leikarar er nýttur.
VÍF vann upprunaliga dystin við níggju málum, men nú skal dysturin spælast av nýggum. Hetta skjótast gjørligt.