Alt gekk annars rætta vegin hjá Chelsea, sum so ruddiliga sat á øllum fyri steðgin.
Fult uppiborið kundi Drogba eisini leggja vertirnar á odda eftir góðum hálvum tíma, tá hann var fyrstur á returi í brotsteiginum. Og við bara eitt lítið sindur av hepni kundi Chelsea eisini økt um leiðsluna.
Eftir steðgin kom Liverpool tó sterkt aftur. Og tað eydnaðist eisini Torres at javna eftir framúr forarbeiði av Benayoun.
Seinastu løtuna royndi Chelsea at trýsta, so teir sluppu undan einum hørðum hálvum tíma afturat, men hetta eydnaðist so ikki.