Umdystur í 18 sekund

Dysturin varð spældur leygarkvøldið, men avgerðin fall ikki fyrr enn í gjárkvøldið.

Ein av løgnaru hendingunum í fótbólti fór í gjár fram í EM-undankappingini hjá U19-gentum í Belfast. Norska u19-landsliðið hjá gentum spældi fyrst móti Norður-Írlandi, áðrenn tær seinni um kvøldið skuldu spæla ein umdyst móti Onglandi - sum einans skuldi vara í 18 sekund.

 

Orsøkin var, at í upprunaliga dystinum millum Noreg og Ongland kolldømdi dómarin eitt mál hjá Onglandi í yvirtíðini. Ongland fekk nevniliga brotsspark í seinastu sekundunum í dystinum, meðan støðan var 2-1 til Noreg.

 

Skjúttin hjá Onglandi skoraði, men dómarin kolldømdi málið, tí at enskir leikarar vóru komnir inn í brotssparksteigin, innan skotið varð. Noreg fekk tí fríspark og dysturin endaði 2-1 til Noreg.

 

Ongland kærdi dystin, tí eftir røttum eigur brotssparkið at takast um aftur, heldur enn at Noreg fær fríspark. UEFA tók kæruna til eftirtektar, og dødmi, at brotssparkið skal takast umaftur, og seinastu 18 sekundini spælast afturat.

 

So tá ensku og norsku genturnar komu inn á vøllin seint í gjárkvøldið, var tað fyri at taka eitt brotsspark.

 

Hini úrslitini í kappingini háttaðu seg tó soleiðis, at brotssparkið fór at fáa avgerandi týdning fyri kappingina. Skoraði Ongland, vann Ongland seg víðari til næsta umfar sum bólkavinnari. Skoraði enska gentan ikki, var Ongland sligið út úr kappingini.

Noreg var tó í tí hepnu støðu, at líka mikið hvat úrslitið av brotssparkinum bleiv, kom Noreg víðari, antin sum bólkavinnari, um Ongland brendi brotssparkið, ella sum besti tveyari, um Ongland skoraði.

 

Hvussu tað gekst, sæst í brotinum omanfyri.