– Umdystur er hol í høvdið

VÍF-venjarin Jan Ottosen heldur, at nú Hondbóltssambandið letur upp fyri, at kærast kann um hvønn smálut á dómaraseðlinum, kunnu øll kæra um alt – og enntá fáa viðhald og umdyst.

– Eg haldi, at hetta er ein øgiliga spennandi avgerð, sum Aganevndin hevur tikið, og sum óivað eisini fer at broyta kappingarárið, so tað verður 20 dystir longri.

Tað sigur venjarin hjá VÍF, Jan Ottosen, nú Aganevndin er komin til ta niðurstøðu, at dysturin í Vestmanna sunnudagin 27. oktober millum kvinnurnar hjá VÍF og VB skal spælast umaftur.

Upprunaliga vann VB 37-28, men VB kærdi, tí fleiri feilir vóru gjørdir í sambandi við dómaraseðilin. Men Jan Ottosen vísir á, at VB sjálvt átti meginpartin av feilunum, sum kært er um.

– Tað er flóvisligt at kæra, tá tú fyrst hevur tapt við níggju málum, og so enntá sjálvur eigur tríggjar av fimm feilum. Við hetta lag verður eingin endi á teimum kærum, ið fara at koma, heldur VÍF-venjarin.

Nógvir umdystir verða
– Sjálvandi skulu vit fylgja teimum reglum, sum eru, men tá viðhald verður givið í einum slíkum føri, so er ikki bara okkurt galið, men tá er okkurt ravruskandi galið. Tað er hol í høvdið, at VB skal fáa umdyst fyri sínar egnu feilir!

Jan Ottosen sigur, at nú Hondbóltssambandið letur upp fyri, at kærast kann um hvønn smálut á dómaraseðlinum, kann talan ikki verða um annað enn eina vónleysa støðu, tí nú kunnu øll kæra um alt – og enntá fáa viðhald og umdyst.

– Um ikki annað, so verður hetta kanska gott fyri áskoðararnar, sum nú kunnu vænta sær at fáa eina rúgvu av dystum og umdystum, leggur VÍF-venjarin speiskliga aftrat.

VÍF hevur sjey dagar til at koma við sinum viðmerkingum til niðurskurðin hjá Aganevndini, men sum skilst, hava tey í Vestmanna enn onga støðu tikið til, hvat tey fara at gera.