Økið framvið Tangafjørð kennir sviðan, og tjóðin situr við spurninginum, um vit yvirhøvur eru før fyri at takla óhapp og havarí av hesum slagnum. Almenningurin er ivandi, og fyribils tóktist sjóforhoyrið í gjár ikki at gera málið greiðari.
Spurningurin er, hvussu væl tjóðin er trimmað í tilbúgvingarljósinum í Norðurhøvum. Jøkulfellmálið var ein baksláttur. Eftir politiskt trýst og rumbul varð álitið endurrreist á skipanina við óvildugari kanning, sum greinaði kornið frá dumbuni. Mannagongdirnar vórðu herdar, og neyðugi peningurin játtaður.
Politiski føroyameistarin í fyrispurningum hevur longu sett orð á tað, sum almenningurin nú kennir á sær. Álitið er ikki, sum tað átti at verið, og tað er stak óheppið, tá ið tilverugrundarlagið hjá tilbúgvingini stendur og fellur við álitinum, sum almenningurin – bæði burturi og heima - og brúkararnir seta til myndugleikan.
Í Degi og viku í fyrrakvøldið hevði landsstýrismaðurin hug at leggja seg sjálvan í veð fyri tað, sum er avrikað og kanska ikki avrikað í Tangafirði. Við politisku telvingini í Jøkulfellmálinum í viðførinum kennist tað undarligt, at evsti myndugleikin beinanvegin og ókritiskt heldur seg til kunningina, sum fyriskipararnir í Tangafirði sjálvir hava givið honum.
Føroyingar og serliga tey kring Tangafjørð eru ikki nøgd. Millumtjóða álitið tolir heldur ikki, at frágreiðing og eftirmeting frá ábyrgdarfólkunum stendur einsamøll. Tí eigur landsstýrismaðurin beinanvegin at heita á altjóða stovn – kanska Det Norske Veritas, sum hevur treytaleyst álit allastaðni har maritim áhugamál eru – um at standa fyri óvildugari kanning. Hetta er einasti máti føroyingar kunnu koma sær burtur úr Olshana málinum. Og tað bara, um ryggurin verður nóg breiður at taka avleiðingarnar av tí, sum slík kanning fer at borðreiða við.
Um kanningin ikki verður gjørd, fara ivin og ampin um tilbúgvingina at vera so mikið stór, at føroyingar og grannarnir í Norðurhøvum fara ikki at hava álitið og kenna trygdina, sum eru alneyðug, tá ið nátúrunnar eirindaleysi meldur leikar harðast á.
Fyri landsstýrismannin og politisku skipanina hevði tað í valturbolensi ikki verið serliga hugaligt, um gongdin í hesum málinum skuldi verið tann, sum hon var í Jøkulfellmálinum. Tí er tiltakið so upplagt, sum beinanvegin skal til fyri at tryggja umdømið.
SOSIALURIN