Fyri einum mánað síðani søgdu 42 prosent av amerikanarunum, at teir vóru nøgdir við George W. Bush, forseta og tað arbeiðið, sum hann gjørdi, men tann seinasta mánaðin er umdømi hansara versnað nógv.
Ein kanning, sum sjónvarpið CBS almannakunngjørdi í gjár, vísti, at nú eru bara 34 prosent nøgd við forsetan og politikk hansara. So illa umtóktur hevur forsetin ikki verið síðani í oktober, tá 35 prosent søgdu seg styðja hann. Tað var beint eftir, at ódnin Katrina hevði herjað teir syðru statirnar, og júst sum verjumálaráðið hevði boðað frá, at kríggið í Irak hevði kostað meiri enn 2.000 amerikonskum hermonnum lívið.
Eygleiðarar siga, at nógvir amerikanarar eru ávirkaðir av gongdini í Irak, og at tað ger sítt til, at forsetin er so illa umtóktur. Eitt annað mál, sum ørkymlar fólk, er, at Bush hevur latið eitt felag í Dubai umsita amerikanskar havnir, sjálvt um kanningar vístu, at 70 prosent av amerikanarunum vóru ímóti tí.
CBS sigur, at tann einasti glottin hjá Hvítu Húsunum er, at amerikanararnir bera yvir við Dick Cheney, varaforseta, sum var so óheppin at raka ein vinmann á einari veiðiferð í Texas herfyri. Men tað er lítil uggi í hesum, tí sambært kanningini hjá CBS eru bara 18 prosent av amerikanarunum nøgdir við varaforsetan.