Umbyggja sethús til eldraíbúðir

Eiðis kommuna hevur keypt eina sethúsaogn fyri tvær miljónir krónur, sum ætlanin er at umbyggja til 4-6 eldraíbúðir.

 

Eiðis kommuna hevur keypt matr. 146b við ástandandi húsum fyri tvær miljónir krónur. Talan er um eina ogn beint við Korndalsbýlið, ið er eldrasambýlið á Eiði. - Við keypinum fáa vit fjøllbroyttar bústaðarmøguleikar, samstundis sum keypið framtíðartryggjar Korndalsbýlið. 

Í Eiðis kommunu vísa tey á, at húsini, sum nú eru keypt, skulu umbyggjast til eldraíbúðir, og bygdaráðið hevur sett 1,5 miljónir krónur av til at gera tær fyrstu tvær íbúirnar í miðhæddini lidnar.

Men, húsini eru størri enn so, og kommunan metir, at einar 4-6 íbúðir kunnu fáast burtur úr sethúsaognini. Við at keypa matr. 146b heldur Eiðis kommuna seg eisini hava framtíðartryggjað Korndalsbýlið.

- Her vóru ógvuliga avmarkaðir møguleikar til útbygging, men við keypinum av matrikulnummarinum verða nú munandi betri útbyggingarmøguleikar norður eftir, verður lagt aftrat.