Fjarðafestivalur
Økið har Fjarðafestivalurin er, er tað sama sum í fjør, men tó eru fleiri broytingar hendar. Fleiri útbyggingar eru gjørdar á økinum, sigur Terje Vestergaard, ið er ein av fyrireikarunum.
- Í fjør var fyrstu ferð vit høvdu festivalin, og vit hava lært eina rúgvu, sum vit hava tikið við, tá ið vit hava fyrireikað festivalin í ár. Tað, sum ikki riggaði so væl í fjør, hava vit broytt og betra um í ár. Niðasta hæddin er nú eisini púra liðug, og hetta gevur fleiri møguleikar og betri umstøður fyri festivalin.
Talentpallur
Ein hin størsta broytingin við sjálvum festivalinum, er at afturat báðum pallunum, sum eisini vóru tá, er ein pallur komin afturat. Við umbyggingini á niðastu hædd eru fleiri nýggj rúm gjørd í syðra enda av Kelduni. Í einum av hesum hølunum verður tann sonevndi Talentpallurin. Á hesum palli verða ongar konsertir ella framførslur lagdar til rættis frammanundan, men tað verður møguleiki hjá teimum, sum hava hug, at royna seg.
- Um onkur festivalgestur hevur hug til at spæla ein sang ella tveir, verða ljóðføri til taks á pallinum. Talentpallurin verður opin allatíðina, men av tí at rúmið liggur beint upp at har, sum útipallurin er, fer tað neyvan at bera so væl til at hava framførslur her, meðan stóru konsertirnar ganga fyri seg uttanfyri. Tó ber tað væl til, meðan konsertir eru á pallinum inni í salinum, tí væl er isolerað, og einki hoyrist ímillum. Eisini eru steðgir ímillum konsertirnar, og tað liggur væl fyri at koma inn til Talentpallin, tí inngongd er beint við útipallin. Ein og hvør kann sleppa at royna seg, men tað er tó ein treyt, at tað skal vera kristin tónleikur.
Høvuðspallarnir teir somu
Báðir høvuðspallarnir riggaðu so mikið væl í fjør, at teir verða so at siga óbroyttir. Útipallurin er tann sami sum í fjør og fer aftur í ár at liggja á økinum aftanfyri húsið. Hann liggur heilt uppat húsunum. Hetta er tann sami pallurin, sum verður nýttur á Asfalt. Terje Vestergaard sigur, at tá ið tey gjørdu av at venda pallinum norðeftir í fjør, bóru tey eitt sindur av ótta fyri, hvussu ljóðið fór at ávirkast av húsavegginum á Kelduni. Hetta eydnaðist tó yvirraskandi væl. Ljóðið var frálíkt, so pallurin vendur sama veg í ár. Soleiðis órógvar tað eisini sum minst í bygdini.
- Aftur í ár verður graslíki lagt á økið. Hetta er hugaligari og reinari at vera á enn á grúsi og mold, og so sleppa vit eisini undan at runa verður dragsað inn í húsið, tá fólk ferðast ímillum pallarnar.
Til innipallin inni í salinum verður sama anlegg brúkt sum samkoman brúkar á vanligu møtunum. Hetta anleggið er gjørt neyvt til hendan salin, og salurin til anleggið, og tað er ivaleysa stórt til hesar konsertirnar. Tað einasta, sum kemur afturat, er eitt nýtt anlegg til ljóðið á pallinum. Pallurin sjálvur er ikki nóg djúpur til slíkar stórar framførslur, sum verða á festivalinum, so modulir verða løgd afturat frammanfyri. Hetta ger til dømis, at. trummusettið fær staðið mitt fyri. Hetta varð eisini gjørt í fjør.
Betri umstøður til mat
Umstøðurnar í cafeteriahølunum eru broyttar. Síðani festivalin í fjør er nýggi køkurin liðugt bygdur, og tað gevur nú góðar møguleikar at gera mat á staðnum, ístaðin fyri at bera mat inn uttanifrá, sum tey gjørdu í fjør. Rúmliga cafeteriahøllin liggur ímillum innipallin og útipallin, og tað riggar væl at seta seg har at eta ein bita ella hugna sær. Hetta rúmið liggur í veruleikanum mitt í økinum, við beinleiðis atgongd til bæði útipallin, innipallin í salinum, talentpallin og økið frammanfyri Kelduna. Terje sigur, at við tað at nýggi køkurin er komin, er gamla útgongdin afturum húsið burtur, og tí hava tey gjørt eina nýggja gongd til endamálið.
Frammanfyri húsið verður eitt øki, har til ber at hugna sær burturi frá tónleikinum. Her verða mattjøldini. Tvey stór tjøld, eitt við festivalbúffum frá Hotel Norð, og eitt tjald við pizza. Her verður gott pláss at sita inni; og um tað viðrar, verða eisini borð sett upp uttanfyri.
Ymiskt annað verður eisini á hesum økinum, t.d. fer bókhandilin Vitin at hava bóka- og fløgusølu, og onnur søla verða eisini.
Nýggj backstagehøli
Umbyggingarnar í Kelduni gera, at møguleikarnir fyri at hava backstageøkið á staðnum batna, sigur Terje.
- Í fjør vóru backstagehølini í gomlu Kelduni, men í ár verða tey í syðra endanum í nýggju Kelduni. Nýggju rúmini rigga sera væl til júst hetta. Tey hava beinleiðis útgongd, so at siga beint við útipallin, og tí eru tey uppløgd at brúka sum backstagehøli. Eisini er lætt at sleppa til frá innipallinum. Í hvussu er lættari enn gamla Keldan var.
Bert ein inngongd
Ein onnur broyting á festivalinum er, at í ár verður bara ein inngongd inn á festivaløkið í mun til tvær í fjør. Alt økið verður avhegnað. Terje sigur, at tað gjørdist ov ringt at yvirskoða báðar inngongdirnar, og lættari er at halda skil á einari inngongd. Tó eru møguligar neyðútgondir nógvastaðni á økinum. Møguleiki er at lata alt økið upp, um vandi skuldi borist á, og tá er frítt at fara allastaðni. Á Fjarðafestivalinum ynskja tey at ganga høgt upp í trygdina. Tey hava fingið profesionella hjálp við at seta hegnið upp, soleiðis , at hetta verður gjørt á tryggasta hátt. Eisini um ódnarveður skuldi brostið á, leggur Terje Vestergaard afturat.