Inngongdin til Býarbókasavnið í Havn verður flutt, meðan umbyggingar verða gjørdar í bygninginum, har bóksavnið heldur til. Umbygging er farin í gongd á 1. hædd í Niels Finsens gøtu 7 í gongugøtuni í Havn.
Tað eru hølini, har Joto, Simme og Suðuroyar Sparikassi hildu til. Ein partur av hølunum skal gerast til kaffistovu, sum eftir ætlan letur upp í desember. Restin skal vera partur av bókasavninum.
Meðan umbyggingin fer fram, verður inngongdin til bókasavnið flutt um hornið til Sverris gøtu 7, har Fotobúðin er. Har er smíðað ein trappa upp til 1. hædd. Hetta merkir, at koyristólar tíverri ikki hava atgongd.
Fyribils inngongdin verður brúkt frá mánadegnum 11. oktober 2010.










