Umbygging fyri 25 milliónir

Tað fer at kosta einar 25 milliónir krónur at umbyggja Oslo Tingrett, sum skal húsa rættarmálinum móti Anders Behring Breivik, ið byrjar 16. apríl næsta ár.

Og tá er ikki annað arbeiði á hæddini, møblering uttan fyri rættarsalin, útreiðslur til umfatandi miðlamiðstøð á hotell Bristol og uppvarpaning til aðrar miðstøðir tikið við í roknistykki, sigur talsmaðurin fyri fyri Oslo Tingrett, Irene Tamm, við NTB.

Hon leggur dent á, at tølini eru fyribils tøl.

Rættarsalurin verður hin størsti í Noregi. Sambært upplýsingum á heimasíðuni hjá tingrættinum, fer salurin at rúma 204 áhoyrarum. Hartil verður pláss fyri 16 nevningum, seks dómarum og fýra serkønum. Umbyggingin fer at geva dómstólinum 2.500 fermetrar at avgreiða málið á, skrivar VG Nett.

Deildarstjórin við Dómstólsfyrisitingina í Trondheim, Erling Moe, sigur við NTB, at á fíggjarlógini fyri næsta ár eru avsettar 600 milliónir krónur til terrormálið, men at upphæddin ikki er markað til ávísar konti.

VG Nett skrivaði í gjár, at tað verður pláss fyri 150 miðlafólkum at arbeiða í tinghúsinum, og serskiltir salir til rakt og avvarðandi.

Tingrætturin ætlar eisini at leiga eina miðlamiðstøð í hotel Bristol Hall, umleið 50 metrar frá tinghúsinum, við pláss til 372 miðlafólk.

Rættarmálið verður eisini uppvarpað við myndum og ljóði til regionalar miðstøðir til rakt, eftirsitandi og avvarðandi. Hesi fáa egna miðstøð á Grand Hotel, skrivar VG Nett.