Í Oslo er henda umbygda garasjan við einari samlaðari gólvvídd á 40 fermetrar til sølu fyri 5,5 miljónir norskar krónur. Garasjan er bygd í 1921 og er nýliga umbygd til eini lítil og snøgg hús við køki og stovu í einum, og kamari og wc við brúsu á loftinum.
Húsini eru til sølu á www.finn.no, og tað er heimasíðan - www.e24.no - sum umrøður prís og skiftir orð við ognarmeklaran, sum stendur fyri søluni. Síðan garasjan varð bygd fyri skjótt hundrað árum síðan, hevur lítla húsið, sum liggur í Eugeniesgøtu í Bolteløkka, verið rópt "Lille Villa Bolt".
- Tað hevur eydnast at brúka plássið í garasjuni, sum nú er í tveimum hæddum, til fulnar, sigur ognarmeklarin, Johan Baade-Mathiesen og vísir á, at hetta er ein sjáldsom verkætlan. Hann heldur, at hetta helst eru minstu hús í Bolteløkka.
Stova og køkur á gólvhæddini eru á 24,5 fermetrar tilsamans, og síðan er loftið á stívliga 15 fermetrar við sovikamari og wc við brúsu. - Hetta eru eini spennandi hús hjá onkrum, sum leitar eftir onkrum serstøkum, sigur ognarmeklarin.
Síðan í mai hevur Johan Baade-Mathiesen roynt at selt serstøku húsini. Áhugin hevur verið stórur, og herfyri høvdu fleiri enn 40.000 dámað lýsingina á www.finn.no. Sjálvur væntar ognarmeklarin, at húsini verða seld, tá hendan vikan nærkast endanum.
##med2##
##med3##