Sangurin Umbrella hjá Rihanna er í einari skotskari atkvøðugreiðslu valdur til mest fangandi poppsang nakrantíð Hevur tú fyrst fingið sangin í høvdið, ber ikki til at sleppa av við hann. Soleiðis er poppsangurin Umbrella, sum Rihanna syngur.
Ssangurin skal sambært eini kanning verða tann mest fangandi poppsangurin, sum nakrantíð er innspældur. Tað skrivar The Scotsman.
Umbrella-sangurin var stóra hittið í Bretlandi í fjørsummar, og tá fekk sangurin skyldina fyri, at bretar høvdu tað vátasta summarið í mans minni.
Aðrir poppsangir, sum eru serliga fangandi, eru sambært The Scotsman Dancing Queen hjá Abba, YMCA hjá Village Pople og Come On Eileen við Dexy?s Midnight Runners.