Fossánes: Ein skal bara ganga eftir ljóðinum, fyri at koma fram til staðið har handverkararnir eru.
Hamarsløgini gella í bygninginum, sum teir hjá Kristiani Jacobsen eru í ferð við at gera sunnanfyri skúlan á Fossánesi.
Millum teirra er 47 ára gamli Hermann, sum hevur smíðað fleiri hús frammanundan. Hann hevur longu lært í eitt ár í fyritøkuni.
- Tað tekur fýra ár at læra til timburmann. Kanska eg fái eftirgivið nakað av tíðini, sigur hann við Sosialin.
Á sjógvi og landi
At arbeiða sum timburmaður hevur higartil ikki verið lívsstarvið hjá Hermanni.
Hann hevur fyri tað mesta verið til skips, men fleiri arbeiðsskaðar umborð, og lítil hjálp til at koma fyri seg aftur, hava gjørt sítt til at hann nú fór í læru. Hann hevur millum annað siglt við ísfiska- og saltfiskaskipum, trolarum undir Føroyum, Íslandi og Eysturgrønlandi, og var eisini onkran túrin í Loynikrókinum.
Heilt frá barnaárum hevði Hermann hug at arbeiða sum timburmaður, og hann hevur longu smíðað fleiri hús, men er nú altso í læru sum slíkur.
Ætlan hansara er í fyrsta umfari at fáa sær tey neyðugu pappírini sum timburmaður. Neyvan átti at staðið á at fáa arbeiði sum slíkur, soleiðis sum búskaparliga gongdina er í samfelagnum í løtuni.
Hvat fer at henda, tá hann stendur við lærubrævinum í hondini, tað vil tíðin vísa:
- Sjólívið, tað kann man so altíð fara aftur til, um ein følir seg nøkulunda, sigur hann.










