Umboðsráðsval í Tryggingini

Átjan limir skulu veljast í Umboðsráðið.

Val er nú aftur á skránni í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. 18 limir skulu veljast í felagið, og hava allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum P/F rætt at stilla upp.


Freistin at stilla upp til umboðsráðsvalið er 31. januar 2016. Fyri at stilla upp krevst tó, at valevni hevur 25 stillarar, ið eru tryggingartakarar í P/F Tryggingarfelagnum Føroyum.


Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur TF Holding samtakið, og inniber tað, at felagið millum annað eigur partapening í Betri pensjón, Eik Banka, Inni, TF Íløgum og TF Ognum.