Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, hvussu TAKS viðgjørdi eina umsókn um rentustuðul.
Umboðsmaðurin helt, at málsviðgerðin hjá Taks í hesum máli hevði verið alt annað enn nøktandi. Serliga vísti Umboðsmaðurin á mannagongdini hjá TAKS í sambandi við, hvussu upplýsingar vórðu savnaðir, fyri ikki at hava hildið notatskylduna og fyri ikki at hava partshoyrt klagaran, áðrenn avgerð var tikin.
Umboðsmaðurin gav TAKS eina átalu fyri handfaringina av málinum og heitti á TAKS um at broyta mannagongd í slíkum málum fyri at tryggja, at reglurnar um notatskyldu og partshoyring verða hildnar.
Álitið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER










