Umboða Føroyar á øllum pallum

Javnaðarflokkurin fer ikki niður á Fólkating fyri at vera ein sambandsrødd ella ein sjálvstýrisrødd, men ein føroysk rødd, sigur Aksel V. Johannesen.

Javnaðarflokkurin fer ikki niður á Fólkating fyri at vera ein sambandsrødd ella ein sjálvstýrisrødd. Vit skulu vera ein føroysk rødd, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Eitt punkt á valskránni hjá Javnaðarflokkinum er, at føroysku fólkatingssessirnir skulu nýtast til at umboða Føroyar og allar føroyingar, og ikki einans javnaðarveljarar.

-          Vit hava seinastu árini skapt ítøkilig úrslit til frama fyri føroyskt vinnulív og mentanarlív millum annað, og hesum fara vit framhaldandi at arbeiða fyri, sigur formaður Javnaðarfloksins. Hann sipar í hesum sambandi til, at samstarvsavtala er gjørd millum Dansk Filminstitutt og Klippfisk um føroyska filmsframleiðslu og at Danmark, eftir politiskt trýst frá Føroyum og í samstarvi við Portugal, fekk ES at broyta sína lóggávu, sum setti forboð fyri nýtsluni av fosfat í framleiðsluni av saltfiski.

 

-          Hetta eru úrslit, sum tæna øllum føroyingum, og ikki einans javnaðarveljarum, sigur formaður floksins.

 

Aksel V. Johannesen leggur dent á, at Javnaðarflokkurin ætlar sær ikki at draga føroyskan partapolitikk niður á Christiansborg. Hann heldur ikki, tað tænir nøkrum endamáli, at keglast um føroyskan innanríkispolitikk á fólkatingi.

-          Løgtingið er hægsti stovnur í Føroyum, so tá løgtingið tekur eina avgerð, skulu eisini fólkatingsumboðini virða tað avgerð, heldur hann.

 

Føroyski Javnaðarflokkurin stuðlar danska javnaðarflokkinum, men fer annars ikki at blanda seg upp í danskan politikk.

-          Vit vilja ikki, at danir skulu blanda seg upp í føroyskan politikk. Sjálvandi fara vit ikki at blanda okkum upp í danskan innanríkispolitikk, sum ikki viðvíkur Føroyum. Okkara endamál á Fólkatingi er at umboða Føroyar á øllum tøkum pallum, í fólkatingssalinum, á fundum, í donskum miðlum, í Norðurlandaráðnum og á ráðstevnum. Tískil er tað neyðugt, at føroyska fólkatingsumboðið er til staðar fulla tíð, sigur Aksel V. Johannesen at enda.