Belgiska Umboðsmannahúsið, ið er eitt av tveimum parlamentum í belgisku parlamentarisku skipanini, samtykti í gjár at minka um mánaðarligu peningaupphæddina hjá Laurent prinsi, ið hann sum limur í kongafamiljuni fær frá belgiska statinum. Tað hendir eftir, at hann í fjør, ílatin sín herflotabúna, luttók á einari móttøku hjá kinesisku sendistovuni uttan loyvi frá stjórnini. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.
Sum revsing fyri ikki at søkja um loyvi samtykti Umboðsmannahúsið, við 93 atkvøðum fyri og 23 atkvøðum ímóti, at árliga peningaupphæddin skuldi minkast við 15 prosentum ella umleið 343.000 krónum. Upphæddin verður tó einans minkað í eitt ár og er sostatt at meta við eina bót.
Tað var belgiski forsætisráðharrin Charles Michel, ið legði uppskotið fyri tingið at taka støðu til. Sambært BBC, so hevur forsætisráðharrin áður heitt á prinsin um at biðja uttanríkisráðið um loyvi, áðrenn hann tekur lut í diplomatiskum tiltøkum.
Laurent prinsur er yngri beiggi Philippe kong og er tólvti persónur í røðini til belgisku krúnuna.










