Umboðsmaðurin vísir Rajani-málið frá sær

Men verður møguliga tikið upp seinni.

Løgtings Umboðsmaður fer ikki at viðgera kæruna hjá John Rajani um handfaringina hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, og Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, viðvíkjandi setanina av aðalstjórastarvinum í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Tað upplýsti Dag & Vika í kvøld.


Løgtingsins Umboðsmaður sýtir fyri at viðgera málið, tí hon metir ikki, at hon hevur heimild at viðgera eitt mál, har eingin endaliga avgerð er tikin. Hon vísir nevniliga á, at málið er lýst leyst av nýggjum, og tí er eingin endalig avgerð tikin í málinum.


John Rajani hevur tó fingið upplýst, at hann er vælkomin at venda sær aftur til stovnin, tá viðgerðin av málinum er liðug og ein endalig avgerð er tikin.