4. mars í ár bað Sosialurin um innlit í nøkur viðurskifti í Uttanríkisráðnum. Men enn er ikki svar komið upp á allar spurningarnar, sum vórðu settir.
Í junimánaði var lítið og onki latið Sosialinum, og hetta hevði við sær, at klagað varð til Løgtingsins umboðsmann.
Nú er niðurstøðan frá umboðsmanninum komin.
- Givið er, at tað kann draga út at avgreiða eina innlitsumbøn, men eg havi trupult við at síggja, hvussu ymiskar tøkniligar loysnir í skjalaskipanum skulu kunna hava við sær, at tað tekur fýra mánaðir at avgreiða eina einfalda innlitsumbøn, sigur umboðsmaðurin millum annað í síni niðurstøðu.
Víðari sigur umboðsmaðurin, at hann gevur Uttanríkisráðnum eina átalu fyri ófullfíggjaðu viðgerðina av innlitsumbønini, tí allir upplýsingar framvegis ikki eru komnir fram, eftir at biðið varð um innlit í mars- og aprílmánaði í ár.
Spurningur um starvssetanir
Ein av spurningunum hjá Sosialinum til Uttanríkisráðið 4. mars var at fáa innlit í setanarviðurskifti og viðkomandi skjølum í hesum sambandi.
Uttanríkisráðið bað Sosialin koma á fund, men legði afturat, at hetta ikki bar til fyrr enn 17. mars, tí eitt starvsfólk ikki var til arbeiðis.
Lógin um alment innlit tilskilar, at innlit skal verða latið sum skjótast, og verður talan um meira enn 10 dagar eftir at umbønin er móttikin, skal greiðast frá, hví henda umbøn ikki er gingin á møti.
Á fundinum 17. mars fekk Sosialurin svar upp á nakrar spurningar, men onki innlit í skjøl um starvssetanir.
Um sjálvan fundin sigur umboðsmaðurin, at hesin var óneyðugur, tí har vóru bert spurningar svaraðir, sum kundu avgreiðast beinanvegin.
Onki hendi
Meira enn ein mánað seinni, 28 apríl, rykti Sosialurin eftir svari til spurningin viðvíkjandi starvssetanum í Uttanríkisráðnum. Ráðið greiddi sama dag frá, at svar skuldi koma skjótast gjørligt.
Í teldubrævinum, har Sosialurin rykti eftir svari vóru nakrir spurningar lagdir afturat, men svarað varð bert upp á ein av hesum spurningum, sum var viðvíkjandi kostnaðinum á uttanlandsferð til Liberia.
Hálvt svar
Næstan fýra mánaðir eftir upprunaligu umbønina um innlit klagaði Sosialurin Uttanríkisráðið til Løgtingsins umboðsmann.
Í samskiftinum millum umboðsmannin og Uttanríkisráðið kemur fram, at nú er gongd komin á innlitsumbønina. Men Uttanríkisráðið biður eisini umboðsmannin leingja hoyringsfreistina, tí tey ikki náddu at halda upprunaligu freistina frá umboðsmanninum.
Nakrar dagar seinni, 23. juli, kemur svar frá Uttanríkisráðnum upp á partar av umbønini hjá Sosialinum. Men í niðurstøðuni hjá umboðsmanninum kemur eisini fram, at ikki allir upplýsingar eru komnir frá Uttanríkisráðnum.
- Eg havi fingið innlit í setanarskrivini, sum ráðið lata klagaranum, og sambært hesum hevur klagarin bert fingið innlit í setanarskrivini hjá áleið helminginum av starvsfólkunum, sum sambært heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum starvast har. Ráðið gav eisini klagaranum innlit í samlaðu mánaðarligu lønarútreiðslurnar, men tað er bert í einstøkum førum, at mánaðarliga lønin hjá einstaka starvsfólkinum framgongur av skjølunum, sigur umboðsmaðurin í niðurstøðu síni.
Ikki liðugt
Í niðurstøðuni staðfestir umboðsmaðurin eisini, at Uttanríkisráðið eigur at taka málið upp og greiða umboðsmanninum frá støðuni um vantandi upplýsingarnar.
- Vísandi til viðmerkingarnar um, at ráðið ikki gav klagaranum innlit í allar tær upplýsingar, sum hann bað um, fari eg at mæli Uttanríkisráðnum til at taka málið uppaftur til viðgerðar og lata meg frætta úrslitið av hesi viðgerð, staðfestir Løgtingsins umboðsmaður
Kennir ikki málið
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, staðfestir, at hann ikki kennir málið, at tað er umsitingin, ið vanliga tekur sær av innlitsmálum og hann fer at seta seg inn í hetta mál.