Umboðsmaðurin átalað Tórshavnar kommunu

Løgtingsins Umboðsmaður hevur givið Tórshavnar kommunu átalu í sambandi við eina starvssetan Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um viðgerðina hjá Tórshavnar kommunu av eini starvssetan sum umhvørvisleiðari á Kommunalu Brennistøðini.

Umboðsmaðurin vísir á, at sambært starvslýsingini var førleikakravið til starvið: hægri útbúgving, t.d. verkfrøðingur á akademi/diplom støði innan umhvørvi, evnafrøði, lívfrøði ella líkandi. Viðkomandi arbeiðsroyndir vóru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Tveir umsøkjarar vóru bodnir til setanarsamrøðu. Hvørgin teirra var verkfrøðingur. Einasti umsøkjarin, ið hevði eina útbúgving, ið samsvaraði við starvslýsingina, var klagarin, sum eisini hevði viðkomandi arbeiðsroyndir til starvið.

Umboðsmaðurin sigur, at einki tilfar í málinum vísti, hví klagarin ikki varð boðin til samrøðu ella sett í starv, og tí hevur Umboðsmaðurin givið Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri hetta.

-Vísandi til teir grundleggjandi feilirnar, ið vóru gjørdir í málinum, bað umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu, um at taka hetta málið til nýggja viðgerð, og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum stendur at lesa á heimasíðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni.