Løgtingsins Umboðsmaður mælir løgmanni til at umhugsa at taka setanina av aðalstjóra til Uttanríkisráðið upp av nýggjum, tí eitt umboð í setanarnevndini var ógegnut, og tí fleiri mistøk vóru gjørd í setanini.
Løgtingsins Umboðsmaður hevur í dag almannakunngjørt sína niðurstøðu um setanina av aðalstjóra til Uttanríkisráðið. Nógv stríð var um starvssetanina, tí løgmaður eftir tilmæli frá einum minniluta í setananarnevndini og landsstýrismanninum í uttanríkismálum setti annan umsøkjara í starvi, enn tann sum meirilutin í sentanarnevndini helt verða best egnaðan.
Løgtingsins Umboðsmaður finnist at umboðunum, sum Uttanríkisráðið valdi í setanarnevndina at viðgera umsøkjararnar.
- Umboðsmaðurin undraðist á tilmælið hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum at velja umboð fyri Uttanríkisráðið, sum ikki høvdu serligar fortreytir ella førleikar at viðgera og innstilla umsøkjarar til eitt aðalstjórastarv, í setanarnevndina. Eisini metti umboðsmaðurin, at annað umboðið hjá Uttanríkisráðnum var ógegnugt at vera við í viðgerðini hjá setanarnevndini. Grundað á hetta var tað ein feilur í viðgerðini, at landsstýrismaðurin og løgmaður ikki viðgjørdu minnilutatilmælið sum eitt tilmæli, sum kundi vera litað av óviðkomandi áhugamálum, sigur Løgtingsins Umboðsmaður í sínari niðurstøðu.
Umboðsmaðurin vísur á, at sum setanarmyndugleiki hevði løgmaður sambært § 6, stk. 2 í fyrisitingarlógini skyldu at taka støðu til gegnið hjá umboðunum í setanarnevndini, og Umboðsmaðurin heldur tað vera sera átaluvert, at løgmaður ikki tók støðu til henda spurningin.
Umboðsmaðurin heldur greiða ábending vera um, at setanartilmælið hjá meirilutanum ikki fekk eina veruliga viðgerð, og umframt hetta átti landsstýrismaðurin í uttanríkismálum sjálvur at havt kannað, hvat lá í ynskinum hjá tí eina umsøkjaranum um eina smidliga skipan fyrsta árið.
- Tað var ein veikleiki, at einki skrivligt tilfar var frá viðgerðini hjá landsstýrismanni og løgmanni av setanartilmælinum, og tí sást heldur ikki, hvør orsøkin var til, at umsøkjarin, sum meirilutin hevði innstillað sum nr. 2, ikki varð tikin við í viðgerðina yvirhøvur, sigur Umboðsmaðurin
Samanumtikið metir umboðsmaðurin, at viðgerðin var alt annað enn nøktandi, eins og tað var fatan umboðsmansins, at setanartilmælið ikki hevði fingið nakra veruliga viðgerð. Umboðsmaðurin mælir løgmanni til at umhugsa at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð.