Eisini magnus Rasmussne, Sambandsflokkurin, helt, at stovnurin Løgtingsins Umboðsmaður, hevur virkað væl og gjørt eitt gott arbeiði síðani hann var settur á stovn.
Tað undraði ikki hann, at fleiri barnaverndarmál endaðu á borðinum hjá Umboðsmanninum, tí hetta eru mál við kenslum, har tey flestu vilja gera sítt besta.
Magnus Rasmussen segði, at uppgávurnar hjá Umboðsmanninum eru at gera umsitingina í Føroyum betri og hjálpa borgarunum.
-Hetta er eydnast og endamálini eru góð, segði Magnus Rasmussen.