Umboðsmaðurin hjá P.O.D. í Evropa er farin í gjaldsteðg, og tí hevur bókurin avlýst tær ætlaðu 19 framførslurnar í Evropa í summar. Fjarðafestivalurin skrivar á sínari heimasíðu í kvøld, at vónandi ber til at fáa nýggjan sáttmála í lag.
- Seinasta døgnið hava fyrireikarnir uttan íhald samráðst við P.O.D. um eina nýggja avtalu. Bólkurin er sera, sera áhugaður í at koma til Føroya. Næstu dagarnar kemur væntandi ein nýggj avtala upp á pláss, so ætlaða konsertin á Fjarðafestivalinum verður gjøgnumførd, boðar nevndin fyri Fjarðafestivalinum frá.
P.O.D. skuldi ætlandi vera høvuðssnavnið á festivalinum í summar.