Umboðsmaður fegin vegna Gunnar

- Eg eri fyrst og fremst sera fegin vegna Gunnar. Tað er heilt fantastiskt at vit kunnu hava ein føroying í Premier League, sigur Jákup.

 

Jákup í Stórustovu og virkið hjá honum, North Atlantic Football Agency(NAFA), hava umboðað Gunnar Nielsen í fleiri ár. Gunnar hevur umframt at spæla í Manchester City, eisini spælt í Frem og Blackburn.

 

- Gunnar hevur síðani hann fór av landinum sum 15-ára gamal, arbeitt miðvíst og offrað nógv fyri at koma her til. Og so at síggja hann fáa debut í einum so týdningarmiklum dysti er fantastiskt, sigur Jákup víðari.

 

- Eg havi hug at endurtaka norsku frásøgumennirnar á Canal+, ið søgdu at Gunnar sá út sum hevði hann einki annað gjørt enn spælt Premier Leagur fótbólt, sigur ein smílandi Jákup.

 

- Vónandi gevur hetta fleiri leikararum trúnna uppá, at tað ber til at koma úr Føroyum og røkka teir hægstu tindarnir, sigur Jákup.

 

- Hetta ger eisini hugan, at arbeiða víðari við NAFA og føroyskum fótbólti, enn størri, sigur ein fegin Jákup at enda.