Frá 1. oktober 2006 hava bilfyritøkurnar Reyni Service og Auto Service gjørt samstarvsavtalu við Shellstøðina í Trongisvági um eftirlit og smærri umvælingar av teirra bilmerkjum í Suðuroy.
Jákup Midjord í Hvalba, sum herfyri keypti ognina frá Mogens Petersen, sigur, at tey eisini koma at liggja inni við tilfari sum t.d. brochurum, prísum og øðrum í hesum sambandi.
Eivind av Reyni stjóri hjá Reyni Service, sigur, at avtalan við Jákup Midjord og Shellstøðina í Trongisvági fyrst og fremst er ein tænasta til teirra kundar í Suðuroy.
Reyni Service og Auto Service umboða bilmerkini: Toyota, Lexus, Iveco, Opel, Peugeot, Nissan og Saab.
Jákup Midjord er 37 ára gamal. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Mogens Petersen og hevur arbeitt har í tilsamans 17 ár, til hann nú keypti fyritøkuna sum umfatar olju- og bensinsølu, handil og bilverkstað, bæði mekaniskt og skaða- og lakkeringsverkstað fyri øll bilmerkir.
Á Shellstøðini í Trongisvági starvast tilsamans tíggju fólk.