Umboðan okkara í Íslandi og Merkið

Jaspur Vang

Tá eitt samt løgting fyri stuttum tók undir við at seta føroyskan umboðs­mann í Íslandi, vóru tað ikki mong, ið hugsaðu, at loysing­ar­sinnaðar aftur­haldskreftir – nú við sjálv­um Merkinum sum skálka­skjóli - fór at koma aftur um aftur, misnýta hetta høv­ið politiskt og enn eina­ferð royna at íbirta undir­lutakent sundurlyndi í før­oyska fólkinum og seta kílar í ríkis­felags­skapin.

Endamálið við at seta føroyskan umboðsmann í Reykjavík eftir sama leisti sum umboðan okkara í ávika­vist Brússel og Lond­on, er sjálvsagt at virka fyri føroyskum áhuga­mál­um uttan fyri Føroyar. So einfalt er tað. Størri al­menn føroysk umboðan í Íslandi er eisini natúrlig, eftir at Íslandssáttmálin er komin í gildi. Hesum tók eitt samt løgting undir við – eisini andstøðan. Tí er tað undrunarvert, at somu menn og somu flokkar, sum á løgtingi tóku undir við málinum, nú sum ketta upp úr høvdatrog koma aft­ur um aftur og í fjøl­miðl­unum seinastu vikur­nar hava gjørt málið til ein spurning um, hvussu hesin umboðsmaður skal flagga. Tað kann ikki skyljast øðr­vísi, enn at hesir oppor­tun­istar ov seint komu í tank­ar um, at her var enn eitt høvið til at royna at seta kílar millum ríkispartarnar. Teir skammast ikki við at nýta sjálvt Merkið sum skálkaskjól. Sitandi samgonga hevur skyldu til at taka støðu í ríkis­rættar­liga veruleikanum og standa fast, vísandi til, at ríkisrættarliga støðan er púra greið og at føroyingar á løgtingsvalinum fyri trim­um árum síðani vendu full­veldissamgonguni bak­ið.
At lobbiistar úr heimliga og útlendska vinnulívinum eisini liggja framvið, hoyr­ir við til politiska spælið og mugu vit hava ta álit á sitandi samgongu, at hon, har tað er neyðugt við at­­liti til yvirskipaðu áhuga­málini hjá føroysku tjóðini sum heild, gjøgnum­skoðar snildirnar og er før fyri at standa ímóti lobbi­ist­un­um.

Ikki fyri okkara bláu eygu skuld, men “cool business”
Vit skulu gera okkum púra greitt, at hvørki íslendarar ella aðrar tjóðir fara at virka umvegis okkara kom­­­andi umboðan í Ís­landi fyri okkara bláu eygu skuld ella fyri flagg okk­ara skuld. Talan er nevni­liga um “cool busi­ness”. Tað verður ikki av­ger­andi fyri útlendingar, sum fara at samskifta við okkara umboð í Íslandi, hvørt eitt ella tvey fløgg standa á trappusteininum. Føroysk umboðan í Íslandi eigur tí at hava eitt tætt og gott samstarv við donsku sendistovuna, sum eftir ald­­ar­gamalt altjóða diplo­matiskt virksemi hevur drúgvar altjóða royndir, gott samband við aðrar tjóð­ir, virðing og stóra ávirkan í útheimi, umframt stóra fíggjarorku. Før­oyska umboðanin í útlond­um er longdi armur lands­stýrissins og skal tí hava neyðuga styrki og m.a. vera før fyri at skyna á, nær talan er um sjálvsókna vinnuliga lobbiismu ella undirgravandi politikk. Um­boðsmaðurin skal tæna føroysku fjøldini. Tað hava løgting og lands­stýri skyldu at tryggja.

Tvey fløgg ein styrki
Øll eru vit góð við merkið og hava størstu virðing fyri okkara tjóðareyðkenni. Tá fullveldismenn niður­gerandi tosa um kjallara­virksemi og føra fram, at tað er óvirðilgt, ússaligt og enntá ein skomm, at før­oyska merkið skal veittra saman við øðrum fløggum á felags umboðs­stovum uttanlands, royna teir at tala til undirluta­kenslurnar í fólkinum og íbirta sundurlyndi í ríkis­felagsskapinum. Um­framt at teir á henda hátt van­virða og misnýta flagg okkara politiskt. Tó fara før­oyingar neyvan at lata seg lumpa enn eina­ferð av afturhaldskreftum, sum snildisliga royna at taka patent uppá tjóðar­eyð­kenni okkara.

Vit mugu hava dirvið til at hugsað stórt
Vit vilja vera við í alheims­gerðini og hava seinastu mongu árini verið vitni til, at lond, felagsskapir og vinnu­virkir leita saman tvørtur um ríkismørk og á henda hátt leita sær styrki í størri eindum. Í ríkis­felagsskapinum hava vit føroyingar styrki í stødd og hava, um vit bert hava dirvið til tess og kunnu semjast um tað, atgongd til enn størri felagsskapir – eitt nú Europasam­veld­ið.
Møguleikarnir í ríkis­felagsskapinum eru nær­um óavmarkaðir og liggja opnir fyri okkum, um vit bert ynskja at gagnnýta teir, eins og ríkisrættarligu viðurskiftini eru púra greið. Sum Sambands-flokk­urin ferð eftir ferð hev­ur víst á, stendur okk­um í boði at seta føroysk umboð á vælvirkandi sendi­stovur kring allan heim og á henda hátt m.a. gagnnýta upparbeidda professionalismu, drúgvar royndir, stødd og styrki í ríkisfelagsskapinum.
Sitandi samgonga skal venda fullveldissinnaðu aftur­haldskreftunum bakið, vísa áræði og dirvið til at hugsað stórt, sjálv seta dagsskránna og gagn­nýta fyrimunirnar í ríkis­felagsskpinum.

Á Tvøroyri Grækarismessudag.